Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vann 3-1 á Argjum

John William Joensen

KÍ legði seg á odda 1-0 í fyrra hálvleiki eftir at hava spælt sera væl, men har liðið tað sama kundi havt skorað eini 4 mál.

Eftir steðgin broyttist spælbýtið nakað, og AB kom meira viðaftur. Tó var tað fyrst KÍ, sum legði seg framum 2-0, áðrenn AB minkaði um munin, men í allarseinastu løtu skoraði KÍ aftur til endaliga úrslitið 3-1.

KÍ-liðið var í dag mannað soleiðis:
Meinhardt Joensen í málinum,  Jan Andreasen og Høgni Madsen í miðverjuni, Sigmund Jacobsen vinstri bakkur og Harley Bertholdsen høgri bakkur.
Miðvøllurin var mannaður av fylgjandi leikarum frá vinstru til høgru: Heðin á Lakjuni, Símun Joensen, Kristian á Lakjuni og Kristoffur Jakobsen.
Álopið mannaðu Paul Clapson og Gunnar Nielsen.

Í áleið 75. minutti kom Oddmar á Lakjuni inn á miðvøllin fyri beiggjan Kristian á Lakjuni, sum í dag spældi sín fyrsta dyst við formulaliðnum í ár, og sum tá var blivin nakað troyttur.
Samstundis kom Leon Bjartalíð inn á høgra bakk fyri Harley Bertholdsen.

KÍ hevur sum áður sagt leikliga yvirvág, serstakliga í fyrra hálvleiki, og tað gav úrslit í 40. minutti, tá Paul Clapson spældi ein góðan bólt til Gunnar Nielsen, sum skoraði til 1-0, sum gjørdist hálvleiksstøðan.

Eftir steðgin kom AB betur fyri seg, og dysturin var rættiliga javnur.

Í 75. minutti legði Gunnar Nielsen KÍ á odda 2-0, og bert 5 minuttir seinni skoraði AB eftir eitt fríspark.

Nú fingu argjamenn blóð á tonna og løgdu trýst á KÍ, men tað gav ikki úrslit. Ístaðin var tað KÍ, sum sló sigurin fastan í allarsíðstu løtu.
Kristoffur Jakobsen rann tá ein stóran part av vøllinum við bóltinum, áðrenn hann spældi upp á tvørs til Paul Clapson, sum skoraði til 3-1.

Samanumtikið ein dystur, har allir KÍ-leikararnir spældu javnt væl, og har samanspælið í fyrra hálvleiki var betri enn fyrr hevur verið at sæð frá teimum higartil í ár.

Harleywoodpaint