Hóast KÍ ikki spældi upp til sítt besta, so var stórur munur á toppi og botni, tá KÍ vann 5-1.
ÍF var uppsett til dystin móti KÍ og legði nógv fyri. Tað gav úrslit í fyrra hálvleiki, tá tað ikki var so stórur munur á liðunum í málmøguleikum. KÍ kom á odda 2-1 móti endanum, tá dómari og hjálpardómarar tóku sær góðar stundir at taka støðu, men avgerðin var røtt vísa upptøkurnar og brotsspark til KÍ.
Í seinna hálvleiki bleiv munurin sjónligur og tað var bara spurningur um, hvussu stórur sigurin hjá KÍ skuldi vera. Tað endaði við at KÍ vann 5-1.
Stóri leikarin hjá KÍ var sum so ofta í ár Árni Frederiksberg, sum átti ein avgerandi leiklut í øllum fimm málunum. Hann skoraði tvey mál, legði upp til eitt mál og átti skapandi avleveringina til tvey mál.
Í spennandi dysti í Sørvági vann Víkingur 2-1 og tað merkir, at KÍ á pappírinum enn ikki er føroyameistari. Tað kann henda komandi leygardag, um Víkingur ikki vinnur móti EB/Streymi og um ikki tá, so kann KÍ leygardagin 16. oktober avgera alt sjálvt við at fáa stig móti B36 á heimavølli.



