Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vann á HB á ólavsøku

Jákup Ósá

Jan Andreasen og John William Joensen spældu høvuðsleiklutirnar, tá KÍ liðið frá 1990 unum vann á HB.

Mikukvøldið spældu HB og KÍ ólavsøkudyst í Gundadali. Talan var um steypadyst millum leikarar, ið spældu í 1990 unum.  

Uni Arge legði HB á odda, men Jan Andreasen javnaði fyri KÍ. 1-1 var endaliga úrslitið og so mátti brotssparkskapping til fyri at finna vinnaran. Har bjargaði KÍ málverjin John William Joensen einum HB brotssparki sum gjørdi, at KÍ vann steypið. 
Inntøkurnar frá dystinum fóru til Parkinsonfelagið. Knút Olsen tók myndirnar.