Kí vann á Tvøroyri ídag við tveimum málum ímóti einum og av Tvøroyri frætta vit at betra liðið vann. Kristoffer Jakobsen skoraði seinna málið ímeðan Hjalgrím Elttør hitt.
Heimildarmaður okkara av Tvøroyri sigur, at ongin ivi var um at KÍ var betra liðið á Sevmýru. Hjalgrím Elttør blomstraði rættuliga og skoraði annað málið og legði upp til hitt málið, sum Kristoffer Jakopsen hegnisliga settið í netið.
Vit frætta annars, at KÍ byrjaði seinna hálvleik sum eitt ódnarveður og hevði gott tak á øllum hálvleikinum.
Ongin ivi skal vera um, at klaksvíkingar fegnast um úrslitið og vænta at vend nú kemur í gongdina hjá KÍ í landskappingini.
KÍ á odda 2-1
Hjalgrím elttør hevur enn einaferð skorað á Tvøroyri og nú fáir minuttir eru eftir, er KÍ á odda 2-1.
Heimildarmaður okkara á Tvøroyri sigur, at KÍ hevur sett trýst á TB í seinna hálvleiki. 21. minuttir vóru spældir tá vit tosaðu suður og sagt var, at í 16 minutti hevði Hjalgrím enn eina atsókn sum kundi givið mál og minuttin aftana var Ove Nysted eisini á blettinum við einum skoti, sum tvørámaður bjargaði á strikuni.
Hjálgrím javnar
Í 8. minuttir inn í seinra hálvleik javnar Hjálgrím fyri KÍ.
Heimildarmaður okkara á Tvøroyri heldur, at KÍ er komið munandi betur frá byrjan í seinra hálvleiki.
Í 8. minutti javnar Hjálgrím eftir samanspæl við Kurt Mørkøre.
KÍ – TB 1-1 (1-0)




