Hóast NSÍ leikti bert við 10 monnum stórsta partin av dystinum, so megnaði KÍ ikki at gera sær dælt av yvirtalsstøðuni.
Tað var ein sera spennandi dystur ídag á Djúpumýru ímillum KÍ og NSÍ. NSÍ legði hart út, og hevði ein góðan møguleika at fáa eitt mál tá dysturin bert var minuttir gamal, men KÍ tók síðani yvir og hevði greiða yvirvág í spæli størsta partin av fyrra hálvleiki. NSÍ fekk ein mann útvístan í seinna hálvleiki, so áskoðararnir væntaðu eftir spælinum í fyrra hálvleiki at døma, at nú mundi fara at vignast.
Men spælið hjá KÍ hekk als ikki saman stórar partar av seinna hálvleiki og tað tóktist sum um útskiftingarnar, sum KÍ gjørdi bara bóru á skeiva borðið.
At enda varð KÍ trýst aftur á vøllin av teim 10 NSÍ leikarunum, men NSÍ megnaði tó ongantíð at fáa bóltin í netið hóast fleiri royndir. Hinvegin hevði KÍ fleiri kontramøguleikar, og kundi eisini havt avgjørt dystin longu í fyrra hálvleiki, men heppni var ikki við í avslutningunum.
Tó hevði KÍ bóltin í NSÍ netinum ímóti dystarenda, men dómarin dømdi ístaðin fríspark ímóti Eyðun Klakstein fyri eina støðu, sum bert dómarin sá.
1-0 til KÍ var endaliga úrslitið.




