Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ vann í Fuglafirði

Jákup Ósá

Í dag spældi KÍ sín síðsta venjingardyst. Nýggjur leikari í uppstillingini.

KÍ-hópurin er hart raktur av skaðum í løtuni, og tað gjørdi m.a., at Dávid Langgaard byrjaði inni. Hann gavst í AB fyri stuttari tíð síðani og hevur vant í barndómsfelagnum síðstu dagarnar. 

Talan var um javnan dyst, har KÍ var skarpari í sínum málmøguleikum. KÍ vann samanlagt 4-1 og av teimum fimm málunum í dystinum komu fýra uppá deyðbóltsstøður. 

 

ÍF-KÍ 1-4 (0-1)

0-1: Boris Dosljak (Upplegg: Alessio Hyseni)

0-2: Jóannes K. Danielsen (Upplegg: Boris Dosljak)

1-2: Jan Ó. Ellingsgaard (Upplegg: Ari Ó. Ellingsgaard)

1-3: Patrik Johannesen (Fríspark, sum hann fekk sjálvur)

1-4: Jóannes Bjartalíð (Upplegg: Ole Erik Midtskogen)

KÍ byrjaði við hesum liðnum (4-4-2): Kristian Joensen – Dávid Langgaard, Deni Pavlovic, Ólavur Niclassen, Ísak Simonsen – Patrik Johannesen, Alessio Hyseni, Steinbjørn Olsen, Boris Dosljak – Jóannes Bjartalíð, Ole Erik Midtskogen. Seinni komu hesir inn: Jóannes K. Danielsen, Aron G. Joensen, Gulak Jacobsen, Olaf Hansen og Fróði Mørkøre.