Nærum uttan at sveitta vann KÍ sum væntað móti Skála. Talan var um ein tryggan sigur, har Páll A. Klettskarð kom í gongd aftur og skoraði ”hattrick”.
KÍ legði hart út og beinanvegin stóð 1-0. Heðin Klakstein sendi hornaspark inn fyri, har Páll A. Klettskarð skoraði til 1-0. Páll økti til 2-0 eftir upplegg frá Heðini á Lakjuni, sum spældi sín dyst nummar 400 og í tí sambandi eisini var liðskipari hendan dystin. Tað var samstundis 5. uppleggi hjá Heðin hetta kappingarárið og ein staðfesting av, at hann hevur støðið til at spæla framyvir. Tíðliga í seinna hálvleiki kom seinasta málið í dystinum, tá innlegg frá Ivan Joensen fann Páll A. Klettskarð, sum skoraði sítt 12. mál hetta kappingarárið.
KÍ hevði fleiri møguleikar til at skora nógv fleiri mál og tvær ferðir stóð yvirleggjarin í vegin fyri, at fyrst Páll og síðani Álvur kundu skora. Skála manglaði fleiri týðandi leikarar og tað sást væl aftur, tí útiliðið hevði lítið at koma við. KÍ kom við sigrinum uppá 33 stig og liggur nú bara 1 stig aftanfyri NSÍ á 4.plássi.




