Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ vann seg næstan í finaluna um løgmanssteypið

Jákup Ósá

Tað skal eitt sjokkúrslit til, sum vit ikki hava sæð í føroyskum fótbólti áður, um KÍ ikki verður annað av liðunum í finaluni um løgmanssteypið fríggjakvøldið 31. oktober.

Árni Frederiksberg við trimum framúr uppleggum og Patrik Johannesen við trimum málum vóru í hopla, tá KÍ í góðveðrinum tryggjaði sær ein 4-0 sigur á AB í fyrru hálvfinaluni. Eitt sindur sum væntað er hendan hálvfinalan á pappírinum tí avgjørd undan seinna dystinum á Argjum. KÍ hevði møguleikar til onnur mál, men AB gav ikki upp og slapp avstað við einum heiðurligum úrsliti, tá hugsað verður um, at ein deild eisini er á muni. KÍ spardi fleiri lyklaleikarar og fekk ikki kort ella skaðar, so heimaliðið avgreiddi dystin væl.

Til seinna dystin hjá KÍ er upplagt at geva pláss fyri onkrum nýggjum lokalum leikarum á bonkinum, so at onkur lokalur fær debut hetta kappingarárið. Tað er pláss fyri í slíkum dystum.

 

 

 

Harleywoodpaint