Vegna leikbann o.a. var KÍ liðið nógv broytt í dag. M.a. fekk 16 ára gamli Børge Petersen sínar fyrstu minuttir í landskappingini í bestu deildini.
KÍ fekk eina dreymabyrjan, tá Boris Dosljak legði innfyri til Páll A. Klettskarð. Eftir hálvan tíma økti Óli Ey. Poulsen. Í seinna hálvleiki staðfesti Kristoffur Jakobsen sigurin. Páll A. Klettskarð átti uppleggið til bæði 2-0 og 3-0 og var helst dagsins leikari í Klaksvík í dag. Sigurin hjá KÍ var ongantíð í vanda, tí KÍ var greitt betra liðið og skapti nógvar málmøguleikar. AB kundi eisini fingið okkurt mál.
Umframt at Børge Petersen spældi í miðverjuni, so vóru eisini aðrir ungir leikarar sum Óli Ey. Poulsen og Jonn Johannessen á vøllinum. Við sigrinum vann KÍ seg á 2. plássið, tá B36 spældi javnleik í sínum dysti móti Víkingi.



