Í einum dysti við nógvum møguleikum eydnaðist tað KÍ at vinna sín fyrsta venjingardyst hetta kappingarárið.
Kavin var ruddaður av vøllinum, og tí var spælandi, tá KÍ og ÍF møttust í venjingardysti í Klaksvík í kvøld. KÍ vann í 4. royndini sín fyrsta venjingardyst í ár og endaði dysturin 3-0 til KÍ við málum frá Hjalgrím Elttør, Jákup B. Andreasen og Petur Andreasen. Talan var sum heild um ein javnan dyst, har KÍ nokk samanlagt hevði munin hóast hann neyvan var trý mál í spæli og møguleikum. M.a. rakti ÍF fleiri ferðir stongina og onkuntíð bjargaði KÍ leikari á linjuni, meðan KÍ eisini hevði fleiri møguleikar at skora fleiri mál.
Vinstra bakkar fluttir inn í miðverjuna
Hjá báðum liðunum sást aftur í hesum dystinum, at vinstri bakkarnir hjá liðunum vera royndir í miðverjuni. Hjá KÍ spældi Mayowa Alli í miðverjuni eins og seinastu dystirnar, og tað sama gjørdi Jan Ó. Ellingsgaard eins og hann eisini hevur gjørt hinar venjingardystirnar. Hjá ÍF er hetta kanska eisini ein ætlan frá byrjan av í vetur, tí felagið hevur keypt nýggjan vinstra bakk í Alex dos Santos.
KÍ byrjaði við hesum liðnum: Kristian Joensen – Sørmundur Kalsø, Ahmed Mujdragic, Mayowa Alli, Ísak Simonsen – Jákup B. Andreasen, Semir Hadzibulic, Niels Pauli Danielsen, Hjalgrím Elttør, Heðin Klakstein – Jóannes Bjartalíð. Í seinna hálvleiki komu Jonas F. Rasmussen, Mikkjal á Bergi, Jóannes K. Danielsen og Petur Andreasen á vøllin.
ÍF byrjaði við hesum liðnum: Oliver Korch – Dánjal Pauli Højgaard, Poul N. Mikkelsen, Jan Ó. Ellingsgaard, Alex dos Santos – Dánjal á Lakjuni, Karl Løkin, Kristoffur Jakobsen, Andy Ó. Olsen, Ari Ó. Ellingsgaard – Clayton Soares. Í fyrra hálvleiki komu Bogi R. Petersen og John Daniel Guðjohnsson á vøllin og í seinna hálvleiki komu m.a. Leivur Joensen, Gunnar Christiansen, Andrias Poulsen, Hanus Eliasen og Margar Toftegaard á vøllin.




