KÍ kvinnurnar stýrdu fullkomulig dystinum á Tórsvølli í kvøld. HB kvinnurnar løgdu seg aftur at verja og tí hendi ikki nógv í dystinum og sera fáir málmøguleikar vóru.
HB hevði ein skjótan áleypara har frammi, men hon var at kalla einasmøll hvørja ferð og ímóti tryggu verjuni hjá KÍ bleiv hon ikki nøkur hóttan. Tó, tað gekk sera striltið hjá KÍ kvinnunum frammanfyri HB málið. Eisini málmøguleikarnir hjá KÍ vóru fáir í mun til yvirvágina í spælinum. Men við dystarenda inni í seinasta minuttinum eydnaðist tað Hervør Olsen at skjóta málið, sum bleiv tað einasta í dystinum.
KÍ kvinnurnar eru aftur í ár steypavinnarar – hjartaliga tillukku!!!




