Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vann tætta fjórðingsfinalu

Jákup Ósá

(Dystarfrásøgn) Liðini áttu hvør sín hálvleik, men tað koppaði til heimaliðið, ið við hesum hevur spælt seg í hálvfinaluna fyri fyrstu ferð í 7 ár.

 

Líkindini vóru frálík, tá dagsins dómari Rúni Gaardbo setti dystin í gongd. Bæði liðini vóru skerd til dystin og spældu uttan profilar. Hjá KÍ byrjaði Atli Danielsen, Hjallgrím Elttør og Kristoffur Jakobsen á bonkinum vegna skaðar. Hjá ÍF vóru Clayton Soares og Bogi Reinert Petersen ikki tøkir. Sostatt skuldi breiddin roynast av hjá báðum liðunum.

 

KÍ skapti fyrra hálvleik

Í fyrra hálvleiki var KÍ betra liðið, um ein hyggur eftir mál møguleikum. Teir bláu vóru nógv vandamiklari, tá teir fóru fram og spælið gekk betri og skjótari hjá KÍ. Páll A. Klettskarð og Álvur Christiansen vóru sum vanligt við í tí mesta, og báðir áttu at hava skorað áðrenn KÍ fekk hol á. Einasta málið í dystinum kom beint áðrenn hálvleik. Álvur Christiansen bleiv leysur í vinstru og ístaðin fyri at skjóta, so trillaði hann yvir um til Páll A. Klettskarð, ið bara skuldi trilla bóltin inn í málið aftanfyri Jákup Mikkelsen.

 

ÍF setti seg á dystin

Í seinna hálvleiki bleiv myndin beint tann øvugta. ÍF setti seg tungt á dystin og bólturin var størsta partin av hálvleikinum á KÍ hálvuni. Fuglfirðingar skaptu eisini nakrar møguleikar og einu ferðina endaði bólturin á stongini, meðan tað annars gekk illa at raka málið hjá teimum reyðu, sum serliga skaptu møguleikar í vinstru síðu, har Nenad Saric legði seg í seinna hálvleiki. KÍ fekk ein stóran møguleika móti endanum, tá Gunnar Christiansen spældi góðan bólt innum ÍF verjuna, har Páll A. Klettskarð tamdi væl og fekk gott skot á, men bólturin endaði á stongini.

 

Javnur dystur

Dysturin fekk bara eina málið, hóast bæði liðini gjøgnum dystin høvdu nokk av møguleikum til fleiri mál. Liðini áttu hvør sín hálvleik og trupult er at taka dagar ímillum, hvat lið var betri. Hesaferð koppaði tað til KÍ. Atli Danielsen og Hjalgrím Elttør komu á vøllin í seinna hálvleiki, men hjá KÍ ræður fyrst og fremst um at fáa teir frískar ístaðin fyri at útseta pínina, tí KÍ hevur nógvar týðandi dystir fyri framman og breiðan hóp. Skal nakar takast framum á KI liðinum, so var tað fyrst og fremst í verjupartinum, at leikararnir stóðu sterkir í myndini, har teir flestu kundu verið nevndir. Við sigrinum hevur KÍ tryggjað sær pláss í hálvfinaluni fyri fyrstu ferð síðani 2006.