Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ vann tepran sigur móti Skála

Jákup Ósá

Venjingardystur var spældur í frálíkum líkindum í Klaksvík í kvøld.

KÍ var omaná størsta partin av dystinum og vann 3-2. Málini hjá KÍ skoraði Jonn Johannessen, Árni Frederiksberg og Jesper Brinck. Málini hjá Skála skoraðu Ari Ó. Ellingsgaard og Andreas E. Jacobsen. Skála brúkti nógv fleiri leikarar enn KÍ, men teir stóu seg væl í seinna hálvleiki hóast nógvar ungar og óroyndar leikarar.

KÍ (4-3-3): Meinhardt P. Joensen – Jesper Brinck, Børge Petersen, Odmar Færø, Patrick Da Silva – Jákup B. Andreasen, René S. Joensen, Deni Pavlovic – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Jonn Johannessen. Í seinna hálvleiki kom Dávid B. Andreasen á vøllin. 

Harleyfacadeacryl