Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vann Thomas Dam Intersport steypið

Jákup Ósá

KÍ vann seint í kvøld sítt næsta steyp av tveimum møguligum, tá U18 dreingirnir vunnu eftir longa leiktíð.

(Tórsvøllur) U18 liðini hjá KÍ og EBS/Skála leika í løtuni steypafinalu.

10 minuttir eru farnir og støðan er 0-0. Liðini eru enn merkt av, at tað er steypafinala og nógv stendur uppá spæl.

15 min.: KÍ hevur havt størsta møguleikan, tá Eivin Sørensen skallaði uppum fyri nærum opnum máli, men hann var nakað trýstur í støðuni.

20 min.: 1-0 til KÍ. Poul N. Mikkelsen spældi fram til Eivin Sørensen. Langt úti frá smekkar hann til og bólturin fer eftir jørð heilt út við stongina. Uttan kanska at hava skapt so nógvar møguleikar, so er KÍ á odda.

28 min.: Framvegis 1-0 til KÍ og møguleikarnir í løtuni eru ikki nógvir.

30 min.: EBS/Skála hevði hampuliga góðan møguleika eftir hornaspark, har skallað bleiv beint viðsíðuna av.

35 min.: Tað gongur javnt á og stóri munurin á stigatalvuni er ikki til at síggja á vøllinum higartil. Møguleikarnir eru ikki nógvir.

Hálvleikur: 1-0 til KÍ í hálvleikinum. Dysturin hevur ikki havt nógvar stórar møguleikar og EBS/Skála hevur verið væl við. Tað er als einki avgjørt enn og EBS/Skála kann gott koma inn aftur í dystin.

47 min.: Eivin Sørensen hevði fyrstu royndina eftir steðgin, men Símun Johan Wolles bjargaði í EBS/Skála málinum uttan stórvegis trupulleikar.

60 min.: Framvegis 0-0 og fáir og ongir mál møguleikar.

68 min.: Gongdin er tann sama. Jóannes Bjartalíð skoraði annars, men bleiv dømdur fyri rangstøðu.

70 min.: 1-1. KÍ málverjin Fríði Sigurðsson skjýtur bóltin beint út til EBS/Skála leikaran Teitur K. Johansen, ið bara skal seta kós móti málinum og plasera bóltin trygt í málið til 1-1.

73 min.: Tórður Justesen hevði júst eitt fríspark á stongina langt úti frá, har tey flestu væntaðu eitt innlegg.

75 min.: David Langaard er júst komin inn fyri Steinbjørn Olsen.

77 min.: Nú er tað blivið meira “heitt” á vøllinum og fleiri KÍ leikarar hava fingið gult kort seinastu løtuna.

87 min.: KÍ hevði fyri løtu síðani roynd á yvirleggjaran, meðan EBS/Skála leikari hevði framúr langskot, har Fríði Sigurðsson bjargaði væl út til hornaspark. Her tykist trupult at meta um, hvat lið skal fara at vinna.

Liðugt: Vanliga leiktíðin er spæld og tað endaði 1-1. Hetta hevur verið í tráð við leikgongdina, tí eingin munur hevur verið á liðunum. Nú verður spælt 2×15 minuttir.

96 min.: Ari Olsen og Jóannes Danielsen eru komnir á vøllin fyri KÍ. Jóannes kom inn í seinna hálvleiki. Tað gongur rættuliga javnt á í yvirtíðini og møguleiki er avgjørt fyri, at eitt mál kemur áðrenn 120 minuttir eru leiktir. (fleiri myndir eru komnar frá løtuni millum vanligu leiktíðina og longdu leiktíðina)

104 min.: 2-1 til KÍ! EBS/Skála leikari skal leggja bóltin aftur til málverjan, ið samstundis er á veg út. Bólturin trillar framvið, har Bárður Hansen er skjótari enn EBS/Skála leikararnir og trillar bóltin í tóma málið. 2-1 til KÍ! Eitt stórt mistak í verjupartinum hjá EBS/Skála!

105 min. (hálvleikur): 2-1 til KÍ!

119 min.: Jóannes Bjartalíð slerdi steypasigurin fastan í yvirtíðini, tá hann bleiv einsamallur, rundaði EBS/Skála málverjan og skoraði til 3-1.

Liðugt: KÍ er steypavinnari eftir 3-1 sigur á EBS/Skála. Sum heild ein javnur dystur, har sigurin hjá KÍ tó ikki var óuppiborin, tí KÍ hevði kanska munin í spæli og møguleikum. Sigursmyndir eru komnir í myndasavnið niðanfyri.