Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vann tryggan 2-0 sigur á Esbjerg

Oliver Joensen

Tað mundi vera fáur, sum roknaði við sigri til KÍ á Djúpumýru í kvøld ímóti Esbjerg, men tá dysturin var lokin vísti nýggja máltalvan 2-0 til KÍ.

Lagt var upp til ein góðan fótbóltsdyst í kvøld, veðrið var uppá tað besta, eitt vakurt summarkvøld, og hartil høvdu liðini lítið annað at spæla fyri enn at vísa okkum áskoðarum gott undirhald, og tað fingu vit fyri allar pengarnar.
KÍ byrjaði væl. Fyrstu 20 minuttirnar megnaði KÍ at halda skansan hóast hart trýst frá Esbjerg til tíðir, men so við og við kom KÍ betur við í dystin og eydnaðist tað at skorað til 1-0 í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki vóru eisini møguleikar, men hóast Esbjerg fekk sera nógv horna og trýsti KÍ til tíðir, so fingu teir sera lítið burturúr framman fyri málinum. Ovi Nysted skoraði tað fyrsta máli. Í seinna hálvleiki skifti venjarin ungar leikarar inn, og Frank Joensen hevði ikki verið meira enn fáar minuttir á vøllinum til hann stóð sum málskjútti. Hann fekk ein bólt inn fyri og smekkaði til í netið.
Alt í alt ein sera undirhaldandi dystur, og áskoðararnir sóu eitt sera vælleikandi KÍ lið.