Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

KÍ vann trygt 2-0 í dag á NSÍ

Oliver Joensen

Við dystarbyrjan í dag, á Djúpumýru, varð gjørt eitt sindur burturúr nýggja skýlinum. Tá liðini høvdu stilla upp á vøllinum, segði borgarstjórin nøkur orð, ímeðan Tummas Lervig fyri KÍ og Róin Schrøder fyri FSF vóru til staðar orsakað av at nýggja skýlið hjá KÍ bleiv alment tikið í nýtslu við ein landskappingardyst.

Karl Johansen, borgarstjóri segði: Við hesum byggistignum er Klaksvíkar Kommuna eitt fet nærri einum nútímans ítróttardepili, sum uttan iva verður til gagns fyri bæði norðoyingar og tey, ið vitja.

Tað máeisini sigast at vera eitt satt frambrot, at Klaksvíkar Kommuna kann bjóða seg fram í samband við altjóða dystir í framtíðini.

Tað síggja vit heilt víst fram til.

Til seinast vil eg enn einaferð takka øllum, sum eiga ein leiklut í hesum arbeiðinum, og so er bara eitt eftir, at siga: KOYR Á KÍ!!!

Niðanfyri nakrar myndir frá dystinum: