Í einum spennandi dysti bleiv KÍ tað liðið, sum steðgaði sigursrøðini hjá FM vinnarunum úr B36.
At B36 longu hevði vunnið FM undan dagsins dysti sást í uppstillingini hjá FM vinnarunum. Eingi óráð blivu tikin og leikarar sum Tórður Thomsen, Høgni Eysturoy, Hans Pauli Samuelsen og Jákup á Borg vóru ikki við frá byrjan. Onkrir vegna skaðar og onkrir vegna, at teir ikki spæla í felagnum næsta ár. Hjá KÍ var toppskjúttin seinastu árini, Páll A. Klettskarð, ikki við.
Dysturin var sum heild javnur og í mun til dystin í Gundadali í summar, so var B36 leikliga nógv betri við hesaferð. Philip Lund legði B36 á odda, men Kenan Hajdarevic javnaði og stutt áðrenn hálvleik skoraði Ndende A. Guéye til 2-1 til heimaliðið.
Í seinna hálvleiki høvdu bæði liðini møguleikar til at skora, men einki mál kom afturat, og so bleiv KÍ tað liðið, sum steðgaði B36 sigursrøðini. B36 hevði undan dagsins dysti vunnið 10 dystir á rað. KÍ vann fyri fyrstu ferð á heimavølli móti B36 í 7 ár og harvið heldur spenningurin sær í kappingini um 4. plássið, har HB er 2 stig frammanfyri KÍ eftir teirra væntaða stórsigur móti EB/Streymi í dag. Sum heild var talan um javnan dyst, men tað var ikki óuppiborið, at KÍ vann.
Útlendingarnir slerdu til
Í Klaksvík hevur til tíðir verið kritikkur móti fleiri av útlendingunum í ár. Men í hesum dystinum spældu teir ein framúr dyst. Sani Tahir á høgra vongi og Kenan Hajdarevic í álopinum vóru kanska teir báðir bestu leikararnir á vøllinum. Serliga Sani Tahir vísti í løtum tekniskar førleikar, sum vit sjáldan síggja í Føroyum, og tað var týðuliga væl dámt millum heimaáskoðararnir. Annars var merkisvert, at 19 ára gamli lokali Jóannes Bjartalíð legði upp til bæði málini hjá KÍ, sum bæði komu uppá deyðbóltar, og harvið er hann komin uppá 11 upplegg í Effodeldini í ár, ið ger, at hann er millum leikararnar við flest uppleggum í ár.




