Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ vann venjingardystin á Svangaskarði

Jákup Ósá

Magne Hoseth stóð í dag á odda fyri KÍ á fyrsta sinni í óalmennum dysti.

Sum skilst var nógvur vindur á Svangaskarði, har eingin kavi var á vøllinum, men liðini valdu at spæla og spælt var tvær ferðir 30 minuttir. KÍ brúkti tilsamans 19 leikarar. Har ímillum 17 ára gamla álopsleikaran Jóhan Josephsen, ið tók av møguleikanum og skoraði annað av málunum hjá KÍ. Hitt málið skoraði leikarin, sum hevur skorað flest mál fyri KÍ, Páll A. Klettskarð. KÍ vann 2-1. 

 

KÍ-B68 2-1 (1-1) spældur á Svangaskarði

0-1: Sjálvmál

1-1: Jóhan Josephsen (Upplegg: Óli Ey. Poulsen)

2-1: Páll A. Klettskarð (Upplegg: Mads B. Mikkelsen)

 

KÍ (4-2-3-1): Hannis Matras – Jóannes K. Danielsen, Heini Vatnsdal, Jákup N. Vilhelmsen, Óli Ey. Poulsen – Deni Pavlovic, René S. Joensen – Árni Frederiksberg, Mads B. Mikkelsen, Silas Gaard – Jóhan Josephsen. Í hálvleikinum komu hesir inn: Jónas á Hædd, Olaf K. Hansen, Símin Kalsø, Odmar Færø, Patrick Da Silva, Jákup B. Andreasen, Tóki á Lógv og Páll A. Klettskarð.