Norðoyastevnu dag – fer í søguna – sum dagurin tá føroyameistararnir frá 1991 gjørdu Come Back og KÍ vann
Munurin millum dagsins KÍ lið anno 2009 og so Føroyameistararnar frá 1991 var rættiliga eyðsýndur. Ikki bara í vekt, hárbúnað og skjótleika, men ikki minst tann sannroynd at flestu av teimum, sum mannað unga KÍ liði í dag vóru 1-2 ára gamlir tá 91’ ararnir ritaðu seg fastan í føroysku ítróttarsøguna. Nakrir á dagsins KÍ liði vóru als ikki bornir í heim, tá norðoyingar hildu FM-veitslu í Gøtu fyri 18 árum síðan.
Manning 91
Sambært dómaraseðlunum frá 1991 hava 30 spælarar verið í dysti meistaraárið 1991
Jákup Mikkelsen (burturstaddur í landsliðsørindum), Sámal Eyðfinn Poulsen (tilstaðar-nakað tyngri og við hægri pannu), Todi Jónsson (lág væl á vegnum og ein støðug hóttan), Jan Joensen (bardagamaðurin á miðvøllinum) Kurt Mørkøre (burturstaddurbakari) Allan Mørkøre (ótrúliga hangandi/ágangandi miðvallar áleypari) Arnold Joensen (av Uppsølum) Petur Ovi Ellingsgaard (burturstaddur) Aksel Johannesen (búðaligur-áleypari/miðvallari) Olgar Danielsen (skaddur) Trygvi Poulsen (ikki-longur-skaddur) Jan Andreasen (verjuspælari – hóast leikbann) Harley Bertholdsen (nýliga pansjóneraður vongspælari) Stig Elttør (miðvallari) Petur Hans Joensen (burturstaddur) Beinur Poulsen (burturstaddur) Karl Marius Poulsen (áleypari av Vágsheygnum VB) John Ryan (burturstaddur) Fríðin Ziskason (málslúkur-fyriskipari) Bjarne Olsen (heimastaddur-Dani) Allan Joensen (miðvallari) Heini Hansen (spældi-stoppari-hóast-tað-er-avtikið) Eyðun Klakstein (multitalent) Poul Juul Vilhelmsen (burturstaddur) Finn Baldvinsson (hangandi-bakkur), Jógvan Jacobsen (vinstrabeintur-álpossinnaður-vongur) Marni Isaksen (vinstri-miðju) John William Joensen (málverji), Gunnar á Steig (málverji) og Niclas Niclasen (málverji). Jákup Oluf á Lakjuni (miðvallari) Andrew Hansen (burturstaddur).
Dysturin:
Í sera góðum Norðoyastevnuveðri var serligur stevnudystur millum dagsins KÍ-lið og teir “gomlu” – føroyameistararnir frá 1991. Fyrrverandi Kí verjuleikararin og nú eisini fyrrverandi FIFA dómarin, Lassin Isaksen, saman við Bent Tommy Linklett (fyrrverandi málverji/áleypar) og Jón Kára í Brekkuni ( fyrrverandi KÍ-miðvallara) stjørnaðu dystinum og longu frá dystarbyrjan vóru tað teir gomlu, sum settu dagskránna.
Skjótt funnu teir gomlu gullfótin fram – og tað sást á øllum brøgdum at teir vóru uppsettir at vinna dystin. Taklingarnar, serliga á miðvøllinum vóru sera harligar og mintu ikki sørt um gamlar dagar – tá ofta kundi verða handafast millum leikarar undir venjing.
Og longu í 10. Minutti bragdaði og eftir eitt innlegg – meddar Fríðin Ziskason, bóltin í málið aftan fyri unga KÍ-málverjan Eilif Arge.
Hendan fyrsta hálva tíman – sum óivað kendist longir enn hann gjørdi fyri 18 árum síðan, vóru tað teir gomlu sum vóru vandamiklari. Harley Bertholdsen kom fleiri ferðir ígjøgnum á vonginum og innleggini skaptu stórt høvðurbrýggj í KÌ verjuni. Allan og Jan Joensen bardist á miðvøllinum og fingu baði dómarar og ungu KÍ garparnar at ilskast, men hetta gørdi munin og Todi Jónson fekk fleiri ferðir høvið til at vísa at dugur var enn í honum. Og so Eyðun Klakstein – sum tyktist at verða um allan vøllin. Men í 30. Minutti er galið í miðverjuni hjá 91’arunum. Eftir eina fadesu í miðverjuni, kemur Leon Bjartalíð at standa einsamallur og málverjin er púra prísgivin og so var støðan 1-1.
Tá farið var til hálvleik var støðan framvegis 1-1 og áskoðarnir vóru samdir í at 91 ararnir høvdu takið á teimum ungu – sum tó høvdu gjørt meira vart við seg móti endanum av fyrra hálvleiki.
Baði liðini framdu gjøgnum allan dystin flúgvandi útskiftingar og tað sást frá byrjan í seinra hálvleiki at ungu KÍ arnir ikki ætlaðu at lata teir gomlu sleppa óskalaðar. Tá fimm minuttir vóru leiktir kemur Jón Jacobsen at standa leysir og hann smekkar til og bólturin siglur í málmeskarnar – uttan møguleika hjá Gunnari á Steig í KÍ málinum at bjarga.
91’ararnir við Toda á odda høvdu møguleikar at javna – men tá umleið 80 minuttir eru leiktir far Eli Simonsen lagt unga KÍ liði fram um 3-1.
Nú tordi KÍ venjarin Aleksandur Djordjevic at seta seg sjálvan inn á vøllin og hann var um at skorða longu í fyrstu atsøknini.
Í 90. Minutti er stórur rómur á áskoðarunum tí Lassin Isaksen dømir brotsspark fyri at Rudolf hevði felt Toda og Todi gerð klárt at sparka.
Men KÍ málverjin Rói Gudjónson bjargar í stórum stíli og so var frøði á ungu gørpunum. (vit mugu tó minnast til at ungu KÍ-ararnir hava brent trí brotsspark á ræð í ár 🙂 )
Dysturin endaði 3-1 til KÍ og sostatt var talan um ein tryggan KÍ-sigur. Umleið 1200 áskoðarar vóru til dystin sum var baði undirhaldandi, dramatiskur og væl leiktur.




