Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ var betra liðið í málleysum javnleiki

Jákup Ósá

Avgerðin fellir í Klaksvík um eina viku.

Einki mál kom í hitanum í Podgorica, har tað vóru vatnsteðgir báðar hálvleikirnar. 

KÍ var betra liðið og átti greitt munn í málmøguleikum. Deni Pavlovic, Páll A. Klettskarð og Claes Kronberg vóru nær, meðan langskot frá ákup B. Andreasen endaði á tvørstongini. Heimaliðið hevði ein stóran málmøguleika í fyrra hálvleiki, men var sáldan vandamikið.

Við hesum er lagt upp til eitt stórt kvøld í Klaksvík um eina viku, 27. uli kl. 19.00. Tá fellir avgerðin og KÍ hevur góðan møguleika at spæla seg víðari, sum hesin fyrri dysturin eisini vísti.