(Dystarfrásøgn) Tað var eitt sjáldsama tamtEB/Streyma lið, sum sunnudagin vitjaði í Klaksvík, har KÍ kundivinna ein lættan sigur.
Vanligt er, tá KÍ og EB/Streymurspæla, at tað eru sundalagsmenn, sum revsa mistøk og annars vinnaella í ringasta føri spæla javnt. M.a. við skjótum spæli ogeffektivum snarálopum. Men tann tíðin er opinbart farin. Tað erikki nógv at tí eyðkenda EB/Streymi, sum vit síggja nú. Taðtykist sum um motivatiónin er farin hjá liðnum og seinastu 10-20 prosentini vera sjáldan brúkt, tá stríðast skal fyri úrslitum. Ápappírinum er talan um eitt lið við sera nógvum royndum og nógvumgóðum leikarum. Men sum ein eind virkar ikki nógv og ein kann spyrja seg, um leikararnir eru mettaðir eftir nógv ár við góðum úrslitum.
Hjá KÍ gongur rætta vegin í løtuni. Var taðikki fyri skeivt dømda málið á Argjum seinasta mánakvøld, sohevði KÍ nú havt vunnið sær 9 stig í seinastu trimum dystunum.Tað tykist sum um liðið spælir meira frítt í løtuni, har nógvverður lagt fyri í álopspartinum og har verjan týðuliga hevurhækkað sítt støðið. Atli Danielsen er fluttur aftur ímiðverjuna og hann hevur traðka í karakter har afturi nú JonasFlindt Rasmussen situr uttanfyri við skaða. Tvey mál eru farin ígjøgnum seinastu tríggjar dystirnar hjá KÍ og tað hendir sjáldan. Á miðvøllinum erNdende Adama Guéye eyðsýndur og millum bestu leikararnar íføroysku kappingini í ár. Hann legði upp til tvey mál ogskoraði eitt móti EB/Streymi.
Um dystin er at siga, at KÍ var nógvbetra liðið í fyrra hálvleiki, tá KÍ fekk eina 2-0 leiðslu.EB/Streymur kom nógv betri við og sat á fyrra partinum av seinnahálvleiki. Men tá KÍ fekk Jóhan útvístan og løtu seinnibrotsspark, so fekk KÍ aftur tamarhald á støðuni við 3-1leiðslu. Í grundini hótti EB/Streymur als ikki seinasta korterið.Tað sá út, sum um teir høvdu givið upp.
KÍ vann sostatt sín fyrsta sigur mótiEB/Streymi í 8 ár. Ikki síðani avgerandi FM dystin á Mølini í2006 hevur KÍ vunnið móti EB/Streymi og í Klaksvík skulu vitaftur til 2003 at finna ein KÍ sigur. Eftir dystin valdi BláaBylgjan Ndende Adama Guéye til dagsins leikara og í hølunum áhonum komu Atli Danielsen og Hjalgrím Elttør. Afturat hesum vórueisini aðrir, sum spældu ein góðan dyst hjá heimaliðnum, sumhendan dagin manglaði 4 leikarar – Jonas Flindt Rasmussen, ÍsakSimonsen, Henry Heinesen og Heðin á Lakjuni.




