Framman undan dystinum ímóti VB var greitt, at miðverjan hjá KÍ var skerd vegna skaðar, tí bæði Aleksander Djordjevic og Ovi Nysted enn dragast við skaðar. Ovi var tó eykaleikari ímóti VB og kom eisini inn, tó sum áleypari hesaferð.
Dysturin ímóti VB staðfesti enn einaferð, at KÍ hevur trupulleikar við at halda tætt í verjuni. Bæði tað fyrra, og serliga tað seinna málið hjá VB var dømi um hetta, tí óvandi VB-málskjúttin hevði í veruleikanum alt málið fyri seg sjálvan, tá hann fekk bóltin innfyri.
Her er framvegis nakað hjá KÍ-venjarunum at arbeiða við, nú KÍ framvegis uttan Djordjevic fer til Eiðs at møta EB/Streymi.
Kvikir og raskir
KÍ-álopsleikarar.
Á tí positiva bógnum var eisini ymiskt at síggja tíbetur so.
Til tíðir sóu vit KÍ-liðið tíðir spæla skjótt álopsspæl, sum veruliga beit frá sær.
Millum annað varð fyrra KÍ-málið eitt úrslit av kvikum samanspælið, sum gekk skjótt fram eftir vøllinum. Í tí álopinum (um vit ikki minnast skeivt) var tað við luttøku av Harley, Atla, Eyðuni, Erlingi og Hjalgrími, sum skoraði.
Eisini í hinum borðinum sóu vit seint í fyrra hálvleiki onkur líknandi og líka skjót álop við luttøku av Fríðini, Erlingi, Símuni og Hjalgrími, sum eisini kundu havt givið bonus.
Ofta eru tað teir álopssinnaðu, sum fáa tær flestu rósurnar, og langtfrá altíð er tað rættvíst, men hesa ferðina er tað kanska í lagi.




