Dystarfrásøgn: 4-1 leiðslan hjá KÍ frá fyrra dystinum kom ongantíð í vanda í seinna dystinum.
Tað kom ikki spenningur í seinnu hálvfinaluna og tí kundu mongu KÍ áskoðararnir halda eina fest og feira, at felagið er í síni fyrstu steypafinalu í 10 ár.
Hjá KÍ var tað ein smeitur, at Ahmed Mujdragic ikki kundi spæla vegna sjúku. Inn fyri hann kom Ísak Simonsen, meðan Tórur Justesen loysti Jákup B. Andreasen av. Men aftur her sóu vit, at KÍ hevur breidd í hópinum, tí verjuspælið var gott størsta partin av dystinum. Longu trý korter áðrenn dystin høvdu KÍ áskoðararnir hertikið størru helvtina av áskoðaraplássunum og hesir bláu áskoðararnir settu veruliga sín góða dám á dystin.
Fyrstu løtuna av dystinum sást, at bæði liðini løgdu nógv fyri. NSÍ spældi nógv meir við musklunum enn vanligt, meðan KÍ royndi at leypa á fyri at fáa fyrsta málið. Kanska átti KÍ munin í vandamiklum royndum í fyrra hálvleiki, har talan sum heild var um javnan dyst við fáum stórum møguleikum.
Í seinna hálvleiki var gongdin nakað tann sama, har NSÍ kanska átti munin í møguleikum og bæði liðini fingu onkrar stórar møguleikar. Nakað góður fótbóltsdystur bleiv tað ongantíð. Helst hevur tað eisini havt sína ávirkan, at nógvir KÍ leikarar bara manglaðu eitt kort fyri at missa finaluna.
Tá tað seinastu minuttirnar stóð greitt, at NSÍ ongan møguleika hevði til at hótta finalulássið hjá KÍ, so merktist tað á áskoðaraplássunum, at KÍ fyri fyrstu ferð í 10 ár var í steypafinaluni. Stemningurin var í topp og væl sást, at norðoyingar hava hungrað eftir góðum úrslitum, har KÍ nú við finaluplássinum aftur er við, har tað er stuttligt at vera.




