Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ venjarin hevur góðar vónir

John William Joensen

Eg eri ikki í iva um at vit eru betri fyri í ár enn vit vóru í fjør, sigur Ove Flindt Bjerg sum gleðir seg til fótbóltskappingin byrjar aftur

KÍ endaði á einum fjóðraplássið í fjør, og hóast hetta ikki er heilt av leið, so mugu vit ásannað at hetta langt frá er nøktandi fyri eitt traditiónsríkt felag sum KÍ.
Hóast endaplaseringin var á leið, so hevði KÍ eina sera ringa byrjan upp á kappingina og hetta gjørdi at KÍ ongantíð varð partur av oddastríðnum, og tað er heldur eingin loyna at venjarasessurin til tíðir var sera heitur undir Flindt-inum, sum hann verður nevndur í dagligar talu í Klaksvík.
Hóast harða mótgongd so var KÍ venjarin ongantíð í ivað um at kósin hann setti var røtt og serliga helt venjarin fast við yngru leikararnar, sum fingu nógva spælitíð og harvið týdningarmiklar royndir á fremsta liðnum.
– Eg haldið at árið í fjør vísti at KÍ stendur fyri einari broyting, har nakrir av eldru leikarunum fáa ein annan leiklut enn tann teir hava havt frammanundan.
– Vit sóu eisini hvussu stóran týdning tað hevur at vit hava eina góða javnvág millum eldri og yngri leikarar, tí tað hevur stóran týdning teir ungu at teir fáa stuðul frá royndum leikarum.

Hópurin er sterkari
KÍ venjarin er ikki í iva um at KÍ hevur ein sterkari hóp í dag enn felagið hevði fyri einum árið síðan.
– Eg ivist ikki í at tað hevur havt stóran týdning fyri eitt nú Ova Nysted og Erlig Fles at teir eftir øllum at døma eru í eygsjón hjá landsliðsvenjaranum, og hetta kemur eisini at menna teir sum leikarar. 
– Harafturat hava vit fingið leikarar sum Heðin á Lakjuni og Hjálgrím Elttør aftur til Klaksvíkar og teir fara uttan iva at vera styrkur fyri hópin.
– Eisini eiga vit at roknað við teimum ungu sum í fjør fingu nógva leiktíð so samanumtikið eri eg ikki í ivi um at vit hava ein betri hóp nú enn vit høvdu fyri einum árið síðan.
– Í fjør endaðu vit sum sagt á einum fjóðra plássið, eitt pláss betur enn árið fyri, og eg trúgvi at um vit megnað at skorða 5 mál fleiri samstundis sum vit lata 4 mál færri fara inn, so endað vit millum tey fremstu liðini. 

Færri leikarar til venjing
– Í fjør høvdu vit sera nógvar leikarar til venjing saman við 1. deildarhópinum, men so verður ikki í ár.
– Tað vísir seg at tað er ov stórur munur á leikarum og fyri at fáa hægri intensitet í venjingina  fara vit bert at hava teir leikarar, sum eru knýttir at 1.deildarhópinum til venjing.
– Eg trúgvi at tað hevur stóran týdingin fyri KÍ liðið at vit hava leikarar sum eisini eru á landsliðnum.
– Tað er umráðandi fyri eitt lið at tað eru nakrir sum ganga á odda og tað er júst tað sum landsliðsleikarar kunnu tilføra felagnum. Eins og tað er umráðandi at landsliðsleikarnir ganga undan so er eisini neyðugt at teir yngru læra av teimum eldri, og tí er tað at eg sigið at tað er umráðandi at vit eisini hava eldri leikarar í hópinum.
– Vónandi fara vit eisini at síggja leikarar sum Erling Fles og Hjalgrím Elttør á landsliðnum og tað er eingin ivi um at eitt mál hjá okkum er at fáa fleiri leikarar á landsliðið.

Støðið er nøktandi
Saman við Ove Flindt Bjerg er Dánjal Jákup Joensen, sum virkar sum hjálparvenjari, og tað er hann sum hevur staði fyri venjingini allan januarmánaða, og Ove er nøgdur við venjingarstøðið hjá leikarunum.
– Síðan eg kom heim hava vit vant í næstan tríggjar vikur og eg eri sum heild nøgdur við venjingarstøðið hjá leikarunum.
– Tað hevur verið nógv frammi í fjølmiðlunum seinastu tíðina at onnur feløg hava vant síðani landskappingin endaði í fjør, og meti eg ikki at hetta kemur at vera nakar fyrimunur fyri tey.
– Eg valdi bevíst at geva Kíarunum vetrarfríð, tí eg metið tað vera sera tyngjandi fyri leikararnar at teir ikki fáa frí frá fótbólti.
– Kappingin í ár er eisini munandi longd og tí metti eg at tað var umráðandi at leikarar sloppu at halda vetrarfríð, tí teir hava jú eisini onnur ting at passa enn fótbólt.
– Høvdu vit hildið á við venjingunum í vetur, so høvdu vit neppa fingið teir eldru leikararnar við og eg dugi ikki at síggja hvønn týdning venjingin hevur um ikki allir leikararnir eru við.
– Við at geva leikarunum eitt sindur av andarúmið burtur frá fótbólti, stimbra vit hugin hjá teimum til fótbólt, og tí fáa teir uttan iva meiri burtur úr tá venjingin so byrjar aftur.

Vit eru styrktir
Vit royndu at enda at fáa venjaran at koma við einum boði upp á um KÍ verður meistari í ár, men Ove vildi ikki læsa seg fastan.
– Eg eri sum sagt ikki í ivað um at vit eru sterkari í ár enn vit vóru í fjør, og um vit megnað at sigla uttan um skaðar, so vera vit uttan iva við í toppinum, men um vit vinna gull, silvur ella bronsu, er ilt at meta um tí enn kenna vit ikki mótstøðuliðini.