Mikkjal K. Thomassen vónar, at KÍ fær stóra áskoðarafjøld í ryggin til stóru uppgávuna í Gundadali í kvøld.
Norðlýsið hevur í blaðnum hesa vikuna samrøðu við KÍ venjaran Mikkjal K. Thomassen. Hann segði m.a., at tað hevur alt at siga, at KÍ hevur stóra áskoðarafjøld í rygginum til heimadystin, tí uppgávan er trupul.
Ætla at spæla við
– Málið hjá okkum er at vita, umvit ikki kunnu spæla við og skapa spenning í eina løtu. Taðveldst nógv um, hvat teir gera, men vit ætla at royna at vita, umvit ikki kunnu skapa støður og mál møguleikar. Men tað krevureitt framúr avrik frá øllum leikarunum. Munurin á Effodeildini ogEuropa League er, at tú verður revsaður fyri mistøk í nógvstørri mun. Vit hava í nøkrum dystum spælt við ymiskum, sum viteisini fara at brúka í Europa League, har tað krevst at spælaeitt sindur øðrvísi, sigur KÍ venjarin, sum leggur dent á, attað hevur stóran týdning, at KÍ fær stóran uppbakning frááskoðarunum til heimadystin, tá uppgávan er so stór.
KÍ og AIK spæla á ovara vølli í Gundadali í kvøld kl. 19.00. Atgongumerkir fáast til keyps við inngongdina.




