KÍ liðið, sum spældi frá byrjan í toppdystinum í gjár, hevði ein lágan miðalaldur.
KÍ liðið sum byrjaði dystin í Sarpugerði hevði ein miðalaldur uppá 24,6 ár. Hetta er ein lágur miðalaldur, tá vit hugsa um, at KÍ vanliga ongantíð verður nevnt, tá tosað verður um at hava ungt lið. Samanbera vit eitt nú við HB, sum av teimum flestu verður sagt at hava eitt ungt lið, so var miðal aldurin fyri HB uppstillingina í gjár 25,4 ár.
Har skal tó havast í huga, at KÍ til hendan dystin manglaði m.a. teir royndu Atla Danielsen og Súna Olsen vegna skaðar.




