(Finalan um Løgmanssteypið) Tá norðoyingar koma til Havnar í dag, so samlast KÍ viðhaldsfólkini beint við Tórsvøll.
KÍ hevur fingið avtalu í lag við B36 um at fáa húsið til upphiting. Í B36 húsinum kemur Føroya Bjór at selja drykkivørur, kaffidámurnar hjá KÍ fara at selja tað sum tær eru vanar við í Klaksvík og Bláa Bylgjan fer at selja fjepparaútgerð. Lagt verður upp til, at KÍ viðhaldsfólkini umborð á Smyrli ganga í felag frá Smyrli og niðan í B36 húsið.
B36 húsið letur upp kl. 15.00 og verður opið fram til dysturin byrjar kl. 18.00




