Hjá Víkingi kann væntast, at fleiri broytingar vera gjørdar í mun til liðið, sum spældi móti AB.
Víkingur tapti 2-0 móti AB og í mun til ta uppstillingina, so kunnu vit vænta fleiri broytingar. Hans Jørgen Djurhuus hevur leikbann, so har skal nýggjur maður inn á miðvøllin. Bæði í stórsteypadystinum og í 1. umfarinum var Erling Jacobsen á vinstra vongi í pørtum av dystinum. Hesaferð kann væntast, at hann er í miðverjuni saman við Atla Gregersen frá byrjan. Súni Olsen hevur eisini spælt í miðverjuni hesar dystirnar. Hann verður mest sannlíkt fluttur fram á miðvøllin. Og so verður Sølvi Vatnhamar við frá byrjan, nú hann hevur verið heima og vant saman við liðnum alla vikuna. Tað er neyvan heldur ósannlíkt, at Hanus Jacobsen, sum hevur drigist við skaða, nú verður førur fyri at spæla frá byrjan.
Hjá KÍ eru allir mans tøkir, sum spældu seinast. Rodrigo Silva hevur framvegis ikki við arbeiðsloyvið uppá pláss og verður ikki við. Hjá KÍ vera neyvan stórvegis broytingar í uppstillingini, nú KÍ vann 3-1 á ÍF seinast.
Dysturin í Klaksvík sunnudagin byrjar kl. 15.00 og dómari verður Dagfinn Forná.




