Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vinnur ikki móti toppliðunum

Jákup Ósá

Ein KÍ trupulleiki: Ein trupulleiki hjá KÍ síðani teir fluttu upp í 2011 hevur verið, at liðið ongantíð vinnur móti temum bestu liðunum. Eitt undantak hevur verið.

Undantakið kom í 2012, tá KÍ við máli frá Páll A. Klettskarð vann móti ÍF í Klaksvík. Annars hevur KÍ ikki vunnið nakran landskappingardyst móti topp 3 í Effodeildini.

Í 2011 endaði B36, EB/Streymur og Víkingur í topp 3. Úrslitini hjá KÍ móti hesum liðunum vóru hesi:

KÍ-B36 0-2, B36-KÍ 4-1 og KÍ-B36 0-3

EB/Streymur-KÍ 2-0, KÍ-EB/Streymur 1-3 og EB/Streymur-KÍ 3-0

KÍ-Víkingur 0-1, Víkingur-KÍ 2-1 og KÍ-Víkingur 1-4

Í 2012 endaðu EB/Streymur, ÍF og HB í topp 3. Úrslitini hjá KÍ móti hesum liðunum vóru hesi:

EB/Streymur-KÍ 1-1, KÍ-EB/Streymur 1-3 og EB/Streymur-KÍ 1-1

ÍF-KÍ 2-0, KÍ-ÍF 1-0 og ÍF-KÍ 5-2

KÍ-HB 1-1, HB-KÍ 5-0 og KÍ-HB 1-2

Higartil í 2013 liggja HB, ÍF og EB/Streymur í topp 3. Úrslitini hjá KÍ móti hesum liðunum vóru hesi:

KÍ-HB 3-4

ÍF-KÍ 3-3

KÍ-EB/Streymur 1-1 og EB/Streymur-KÍ 4-3

Tilsamans hevur KÍ leikt 22 dystir móti topp 3 liðunum í landskappingini síðani uppflytingina í 2011.

Vunnið: 1

Leikt javnt: 5

Tapt: 16

Málúrtøka: 22-56