Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vísti klassa á 110 ára degnum

Jákup Ósá

KÍ bleiv fyrsta liðið, sum vann móti B36 í Gundadali í ár.

Dysturin byrjaði kl. 17.30 og longu tá lá tað kanska í kortunum, at hetta bleiv ein serligur KÍ dagur. Tí KÍ hevði stovnandi fund júst kl. 17.30 fyri 110 ár síðani.

Fáir áskoðarar vóru til dystin í mun til, hvat er vanligt, tá hesi bæði liðini møtast. B36 hevur beina kós móti FM heitinum, men klárar alíkavæl ikki at fylla sítt egna skýlið í 21. umfarinum móti einum av størstu feløgunum í Føroyum. Og bygdaskýlið hevur sjáldan verið so tómt, tá KÍ hevur spælt í Gundadali.

Áskoðararnir fingu ein javnan og spennandi dyst. Í fyrra hálvleiki var lítil munur á liðunum. Serliga úti í høgru síðu hjá KÍ var mangan gott pláss, men serliga Álvur Christiansen fekk ov lítið burturúr hesum støðunum. Hjá B36 manglaði sum oftast tað seinasta, tá teir komu fram móti málinum hjá KÍ.

Í seinna hálvleiki setti B36 seg á dystin frá byrjan, men framvegis høvdu leikararnir trupult við at koma til stórar møguleikar. Komu teir til royndir, so tók Meinhardt Joensen tað. B36 fekk sama medisin at føla, sum teir sjálvir brúktu móti KÍ í Klaksvík fyrr í ár við tað, at KÍ dugdi væl at taka ferðina úr dystinum. Móti endanum fekk KÍ hornaspark. Hjalgrím tók stutt til Henry Heinesen. Hann tók eitt trekk framvið tveimum leikarum, áðrenn hann sendi inn til Bárður J. Heinesen, sum hevði lætt við at prika bóltin um strikuna. B36 royndi at trýsta eftir hetta, men KÍ stóð móti hesum og vann at enda 1-0.


Liðavrik hjá KÍ

KÍ venjarin Eyðun Klakstein hevði lisið uppá áðrenn dystin. Hann hevði sett Ísak Simonsen inn aftur í miðverjuna, og hetta var eitt gott trekk, sum B36 neyvan var fyrireikað uppá. Ísak og Jonas Flindt Rasmussen, sum í løtuni kanska er besti miðverjin í føroysku kappingini, stóðu sera sterkir í myndini og aftanfyri teir var Meinhardt Joensen sera tryggur, sum hann eisini hevur verið seinastu dystirnar. Somuleiðis vóru bakkarnir Jóhan Jacobsen og Heðin á Lakjuni vælleikandi. Á miðvøllinum sóu vit sjáldan nakað flott fótbóltsspæl, men har arbeiddu teir bláu sera hart við einum Hjalgrím Elttør á odda. Alt hetta gjørdi, at vandamiklasti B36 leikarin, Lukasz Cieslewicz, sum oftast mátti langt aftur á vøllin fyri at fáa bóltin, og har er hann ikki eins vandamikil.

Við sigrinum kom KÍ uppá 27 stig og hevur 4 stig upp til Europa League pláss. B36 tapti fyri fyrstu ferð í ár ein landskappingardyst í Gundadali, og nú er leiðslan ”bara” 4 stig í Effodeildini.

Videobrot frá dystinum kunnu síggjast her.