Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ-Zalgiris verður mikudagin kl. 17.00 á ovara vølli

Jákup Ósá

Nú hava vit fingið endaliga váttað, nær dysturin millum KÍ og Zalgiris verður leiktur.

Eftir fund í kvøld millum UEFA umboðsmannin og feløgini er nú endaliga ásett, at dysturin millum KÍ og Zalgiris er útsettur til mikudagin kl. 17.00. Tað váttar KÍ í kvøld. Dysturin verður leiktur á ovara vølli, og tí er dysturin útsettur júst eitt døgn og verður leiktur á sama leikvølli. Hetta er sjálvandi treytað av, at Zalgiris hópurin lendur týsdagin.

 

Tað lá annars í kortunum, at UEFA fór at flyta dystin av sínum eintingum á Tórsvøll, men hetta eydnaðist at broyta. Meir um tað seinni.

Harleywoodpaint