Besta liðið hjá KÍ hevur úr at gera í hesum døgum. Liðið skal nevniliga spæla landskappingardyst í morgin ímóti NSÍ. Men samstundis skulu teir hjálpa til, at fáa økið til Summar Festivalin upp at standa. Og skal Summar Festivalurin byrja hósdagin, kunnu teir ikki halda frí í dag, hóast dystur er í morgin.

Men leggjast skal afturat, at fyri at leikararnir ikki skulu gerast ov troyttir til dyst í morgin, so eru aðrar góðar hendur og hjálpa til.
KÍ-formaðurin er ovastur í krananum, høvuðsvenjarin peikar og dirigerar, so arbeiðið ikki gerst alt ov strævið og stjórin fyri besta liðnum hjálpir til, har tað stendur á. Eisini er onkur áskoðari og hjálpir til.
Tað er ikki bara, bara, at seta eitt stórt tjald upp. Skapið til tjaldi er í nógvum stykkjum, og summi stykki eru ikki so løtt at bera. – Tað er talan um eitt sindur av styrkivenjing í hesum arbeiðinum.
Dreingirnar hjá Eyðuni Klakstein og Tummasi Lervig fóru til verka klokkan tíggju í morgun. Og longu nú hava teir fingið nógv frá hondini. – Undirritaði skýtur upp á at beinagrindin til tjaldið, ið hvussu er, kemur upp at standa í dag.
Norðlýsið var ein túr á vitjan við myndatólinum. Lagið var gott og leikararnir gleða seg til landskappingardyst í morgin.