Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍF avgjørdi áðrenn hálvleik

Jákup Ósá

 Tá 28 minuttir vóru leiktir var javnleikur 15-15, men tá liðini fóru til hálvsleiks var KÍF á odda 19-15.

Sostatt bleiv talan um tveir ógvuliga dýrar minuttir fyri Team Klaksvík, sum annars hevði stríðst seg uppá javnt eftir, at KÍF hevði havt leiðsluna størsta partin av fyrra hálvleiki, tó ongantíð við greiðum muni.

Stóri leikarin hjá Team Klaksvík í fyrra hálvleiki var Sámal á T. Olsen, ið skoraði heili 8 av teimum 15 málunum. Zarko Petrovic og Dusko Petrusic skoraðu 3 mál í part og Jens Pauli Mohr 1 mál.

Nú 10 minuttir eru farnir av seinna hálvleiki er KÍF á odda 24-17, og tí bendur alt á ein tryggan KÍF sigur. 

Í seinna hálvleiki var eingin ivi. KÍF dróg frá og vann at enda 40-26, Málskjúttar hjá Team Klaksvík vóru: Sámal á T. Olsen 12, Zarko Petrovic 5, Dusko Petrusic 5, Jens pauli Mohr 3 og Andrias Ellingsgaard 1.

Málskjúttar hjá KÍF vóru: Hans Eli Sigurðbjørnsson 9, Magnus Múller 9, Rasmus Junker 7, Tony Weyhe 5, Niclas Selvig 4, Andrias Nielsen 2, Rógvi Weyhe 2, Janus Javobsen 1 og Jákup Trygvason 1.