Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍF fær danskan venjara

Jákup Ósá

Kollfirðingar spíla seg út til komandi kappingarár.

Kollfirðingar spíla seg út til komandi kappingarár.

Robert Poulsen er formaður í KÍF og hann váttar fyri Norðlýsinum, at KÍF fær nýggjan danskan venjara til komandi kappingarár. Hann vil tó ikki siga nakað um navnið, tí KÍF kemur út við tíðindaskrivi í komandi viku. Annars sigur hann, at KÍF hevur sama hóp sum seinasta kappingarár, har danski Nicklas Selvig verður við frá byrjan.

Norðlýsið hevur fingið upplýst aðrastaðni, at danski venjarin eitur Jeppe Borch, ið er á myndini.