Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍF skal hevna FM finalu tapið í fjør

Jákup Ósá

 Í kvøld verður fyrsta av FM finalunum í manshondbólti leikt í Hoyvíkshøllini.

Somu lið sum í fjør eru komin í finaluna. H71 vann leygardagin avgerandi dystin móti VÍF og tykjast væl fyri til finaluna, har teir byrja á heimavølli. Hjá KÍF hevur árið í stóran mun verið eins og í fjør, har teir hava ligið langt á odda nærum alla kappingina. Í steypakappingini vístu kollfirðingar, at teir nú eru meira búnir, tí tá vunnu teir fyrsta steyp av týdningi í søgu felagsins. Tískil hava hesir leikarar fyrr í ár roynt at vunnið.

H71 hevur fyrr í ár vunnið á heimavølli móti KÍF, so lagt er upp til ein sera spennandi dyst framman fyri sera stórari áskoðarafjøld.

Dysturin byrjar kl. 20.00