Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kikki Danielsson og Kjell Roos vitja í Føroyum

(Norðlýsið – Tíðindi)

Stórfingið dansikvøld við Kikki Danielsson og Kjell Roos

27. januar bjóðar Róðrarfelagið Knørrur í Havn øllum føroyingum til stórfingnan dans við svensku stjørnunum Kikki Danielsson og Kjell Roos og okkara egnu Vestmonnum.



Nú kunnu allir dansiglaðir føroyingar gleða seg, tí leygarkvøldið 27. januar verður stórfingið dansikvøld í ítróttarhøllini á Hálsi við Kikki Danielsson og Kjell Roos. Saman við teimum fara Vestmenn – garantarnir fyri føroyskum kontritónleiki – at spæla síni vælkendu og svingandi løg, so lagt er upp til eitt dansikvøld av teimum heilt stóru.



Kikki Danielsson er millum kendastu svensku sangstjørnurnar nakrantíð og hevur spælt við fleiri orkestrum, umframt at hon eisini hevur verið solo. Millum kendu løg hennara eru Dag efter dag, Bra vibrationer, Papaya Coconut, Sången skall klinga og Vem é dé du vill ha.



Kikki er heldur ikki hvør sum helst, tá ið tað kemur til at standa á palli, og hevur fingið fleiri virðislønir fyri sín fólkakæra tónleik og góðu framførslur. Við sær til Føroya hevur Kikki orkestrið hjá sær, sum er mannað við so garvaðum monnum sum Kjell Roos, gittar og sang, Kent Loven, trummur, Anders Roos, bass og sang, og Daniel Wirnberg, tangentar.



Eisini Vestmenn stilla upp við sterkastu manning, so borðreitt verður við sjelarum og svingtónleiki av allarbesta slagi. Og vil ein hvíla seg eina løtu, verður høvi at seta seg við hugnalig borð til kæti og prát. Óivað verður hetta eitt kvøld í stuttleikans og kærleikans tekni.



Róðrarfelagið Knørrur, sum leggur lunnar undir kvøldið, vónar, at fólk fær eitt hugnaligt kvøld saman. Avlopið frá tiltakinum fer alt til nýggja neystið hjá felagnum, sum væntandi verður farið undir at byggja um stutta tíð.



Forsølan til dansikvøldið er longu byrjað. Atgongumerki fáast í bensinstøðum kring landið. Væntað verður, at nógv fólk kemur saman, so tey, sum vilja tryggja sær atgongumerki, hava høvið at keypa sær tað í góðari tíð.

Harleywoodpaint