Seinasta sýning av stór-filminum King Kong verður í kvøld kl. 19:00
Av tí at Atlantis nú fær filmarnar beinleiðis frá Havnar Bio, eru dagarnir við filmssýningum broyttir, fyrr vóru sýningar frá mikudag til og við sunnudag, men í framtíðini koma filmarnir at verða sýndir frá fríggjadag til og við týsdag. Og tískil verður seinasta sýning við stór-filminum King Kong í kvøld kl. 19:00.




