Christiankirkjan skiftir í hesi vikuni stólarnir út og í dag var hon so tóm fyri stólum, ið myndin vísir.
Ísak Mikladal, sum situr í kirkjuráðnum, sigur í viðmerking, at stórur áhugi var fyri teimum gomlu stólunum, ið fyrr í vikuni kundu avheintast. Ein skuldi tekna seg til hvønn ávísan stól áðrenn og hann sigur, at serliga vildu fólk hava stólin, ið ein sjálvur ella sín familja hevði sitið á í nógvar. Hugskotini vóru eisini ógvuliga ymisk, hvat fólk ætlaðu at gera við hesar stólarnar.
– Áhugin fyri stólunum var stórur og høvdu vit havt eini 50 stólar afturat, so fóru teir eisini, sigur Ísak Mikladal við Norðlýsið.
Myndina tók Eyðbjørn Jacobsen av sjáldsomu sjónini, tá vakra stóra kirkjan var tóm fyri stólum.
Christianskirkjan fyllir 50 ár í ár og í komandi viku fer kirkjan at hátíðarhalda hetta við nógvum tiltøkum.




