Í dag er val til kirkjuráðið í Klaksvík og úr Christianskirkjuni frætta vit, at fitt av fólki hevur longu verið á vali ímorgun.
Ólavur í Mittúni, formaður í valstýrinum sigur, at teir rokna við væl av fólki til valið ídag. Opið er frá 10 til 12 og seinnapartin frá kl. 16 til 20. Tveir listar eru til valið hesaferð ímeðan tað onkuntíð fyrr hava verið tríggir listar.




