Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kirkjuráðsvalið 2021 í Klaksvíkar sókn

Kirkjuráðið í Christianskirkjuni

Føroyska fólkakirkjan er skipað á fólkaræðisligum grundarlagi, og komandi týsdag 2. november verður kirkjuráðsval í Føroyum, har kirkjuráð verða vald til at stýra teimum ymsu kirkjunum eins og at hava sína ávirkan á, hvussu fólkakirkjan skal virka komandi fýra árini. Valrætt hava tey, ið eru doypt og eru vorðnir limir í fólkakirkjuni.

Verandi kirkjuráð heitir tí á kirkjufólkið í sóknini, t.v.s. í Ánunum, Klaksvík og á Norðoyri, um at fara á val og velja eitt av valevnunum á listanum, har 13 valevni eru. Øll hesi bjóða seg fram at arbeiða fyri at gera umstøðurnar í kirkjuni enn betri og virka fyri, at øll kristilig tænasta, ið á ymsan hátt verður gjørd í kirkju okkara, fær tær bestu umstøðurnar at virka undir.

1. februar í ár vóru skrásett 3085 kirkjufólk í sóknini og til valið nú eru tað 2502 av hesum, ið eru yvir 18 ár, og tí hava valrætt.

Til seinasta kirkjuráðsval var luttøkuprosentið í Klaksvík 40,2%, men vónandi verður tað hægri hesuferð.