Loftslistin og Missiónslistin kappast um atkvøðurnar á Kirkjuráðsvalinum í Klaksvík og stóri spurningurin er hvør skal avloysa Nils Paula Danielsen sum prestur í sóknini
Í dag er Kirkjuráðsval í Klaksvík og sum vanligt eru tveir listar.
Listi 1, sum í dagligari talu gongur undir navninum "loftslistin" og so Listi 2, sum í dagligari talu verður nevndur missiónslistin.
Á lista tvey eru tað serliga samkomurnar Emmaus, KFUM&K og Solo Deo Gloria sum standa saman um.
Síðan Niels Pauli Danielsen, prestur fór frá vegna aldur, er eingin prestur settur í fast starv og nýggja kirkjuráði skal gera innstilling um hvør skal hava starvið.
Og tað er eingin loyna at júst hesin spurningurin er ein afturvendandi stríðsspurningur millum listarnar báðar.
Tá var tað loftslistin sum ikki vildi seta lokalan prest í starv, tí hann var mettur at standa missónslistanum ov nær.
Valhølini lótu uppaftur kl. 14 og verða opin til kl. 20 í kvøld.
———
Kirkjuráðsval í Klaksvíkar kirkjusókn týsdagin 3. nov. 2009.
Listi 1.
Valevni:
Jákup Álvur Áarstein, Verkfrøðingur
Jákup Anthoniussen, Skipsførari
Heini Ziska Dahl, Sølumaður
Margee Dam, Kosmetologur
Jórun Høgnesen, Lærari
Hanna Jacobsen, Skrivstovukvinna
Anna Svanhilda Johannesen, Klinikkassistentur
Jonleif Johannesen, Lærari
Terji Kjærbo, Lærari
Ísak Mikladal, Ítróttaskrivari
Ása Niclasen, Reing./køkshjálp
Simona Purkhús, Handilskv/hjálparf.
Jógvan Ravnsfjall, Savnsleiðari
Listi 2
Valevni:
Vónbjørt Guðjonsson, Flakakvinna
Petur Martin Hansen, Fulltrúi
Jóhan Henriksen, Lærari
Jógvan Højbro Jacobsen, Sølumaður
Kristianna Jóhannessen, Pedagokur
Albin Jóhannessen, Søluráðgevi
Øssur Kjølbro, Aðalskrivari
Petur Jacob Langgaard, Sølumaður
Tummas J. Lervig, Maskinmaður
Ólavur í Mittúni, Jarnsmiður
Marjun Petersen, Pedagokur




