Eins og undanfarin ár, so skipar Treysti fyri Kirkjurenning úr Kunoy til Klaksvíkar jólaaftansmorgun.
Eins og undanfarin ár, so skipar Treysti fyri Kirkjurenning úr Kunoy til Klaksvíkar jólaaftansmorgun.
Hetta verður longu níggjunda ferðin hesin túrur verður runnin. Fleiri hava runnið hvørja ferð. Fólk hava tikið sera væl undir við hugskotinum. Tí er avgjørt at skipa fyri túrinum aftur Jólaaftan 2016.
Veðrið ráða vit ikki yvir, og er tað tí altíð spennandi at frætta hvat veðurgudarnir borðreiða við av veðri Jólaftansmorgun. Støða verður tikin eftir hvussu veðrið verður í morginári, um runnið verður heilt úr Kunoy ella frá Strond.
Hesi runnu í fjør
Runnið verður frá Kunoyar Kirkju til Christianskirkjuna. Teinurin er 11,7 km. Talan er um ein hugnaligan rennitúr og als ikki um eina rennikapping. Um onkur ætlar at renna styttri og ikki dámar at renna gjøgnum tunnilin, so ber til at byrja uttanfyri tunnilsmunnan í Haraldsundi. Tann teinurin er 6,2 kilometrar.
Veðrið í 2013 Veðrið í 2012
Byrja verður frá kirkjuni í Kunoy umleið kl. 9.30, soleiðis at øll hava góða tíð til at vera heima aftur áðrenn døgverða. Eftir renningina bjóðar Treysti til morgunmat í Bakarínum hjá Jórun, har allir luttakarar er vælkomnir, at fáa sær ein bita og renniprát, áðrenn tey fara heim aftur at stakast víðari til jóla.
Veðrið í 2011
Veðrið í 2010
Luttakararnir verða bidnir um at møta við Badmintonhøllina kl. 9.00. Treysti leigar buss at koyra luttakararnar til Kunoyar. Øll eru vælkomin at luttaka. Minnist til endurskinvestin og pannulyktina!
Veðrið í 2009 Veðrið í 2008





