Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kiwanis gevur børnum súkluhjálmar

John William Joensen

Sámal Bláhamar, frá Kiwanis felagskapinum, koyrir í hesum døgum runt til fólkaskúlarnar kring landið við súkluhjálmum til børnini í 1. klassa.

Í morgun gekk so leiðin norður um fjall til skúlarnar á Viðareiði og á Fossánesi.
Síðan gekk leiðin til skúlarnar í Haraldssundi og í Kunoy og beint fyri døgurða fingu fekk 1. klassi í skúlanum við Ósánna vitjan.
Børnini á Ziskatrø vóru júst farin heim og tí fáa tey hjálmarnar tá tey koma í skúla í morgin.
 

Meiri í blaðnum fríggjadagin.