Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KJ á Kambsdali við tvíkilju nummar 45

Helgi Abrahamsen

Klokkan 2 seinnapartin fer KJ á Kambsdali at handa tvíkilju nummar 45. Tað er alifyritøkan Luna, sum hevur keypt tvíkiljuna, og hon verður latin eigarunum í Fuglafirði.

Klokkan 2 seinnapartin fer KJ á Kambsdali at handa tvíkilju nummar 45. Tað er alifyritøkan Luna, sum hevur keypt tvíkiljuna, og hon verður latin eigarunum í Fuglafirði.

”Vit fara at gera eitt sindur burturúr, at hetta er bygginummar 45,” sigur Ólavur Asafsson Olsen, stjóri.

”Vit bjóða fólki at koma at síggja tvíkiljuna, og tey fáa suppu og annan blíðskap,” sigur hann.

Nýggja tvíkiljan varð flotað fyri nøkrum døgum síðani, og fríggjadagin var hon royndarsigld, og samtíðis skuldi endaliga sýningin gerast umborð. Klokkan 2 í dag yvirtekur Luna bátin.

Hjá KJ hava tey úr at gera við tvíkiljum. Tann næsta verður latin eigarunum um ein mánað og um einar tveir – tríggjar mánaðir verður ein tvíkilja seld til Íslands. Aftaná hana stendur ein til Bakkafrost á skránni, sigur Ólavur Asafsson Olsen.

Vanliga ganga 7 mánaðir frá tí at sáttmáli verður undirskrivaður um eina tvíkilju, til hon verður handað eigarunum.