Hvat er ES í veruleikanum fyri nakað, hvussu ávirkar ein ES-limaskapur limalondini, hvørja ávirkan hevur ES kjakið í Íslandi á okkum føroyingar og gevur tað meining at kjakast ES sum partur av Danmark.
Vilt tú vera við at vita meira og ikki bara gita, so er at koma til ES kjak í Miðlahúsinum fríggjakvøldið
Tíðindaskriv
Fríggjakvøldið kl 19.30 skipar Javnaðarflokkurin fyri áhugaverdum og viðkomandi fyrilestri um ES, vónandi við einum lívligum ES kjaki aftaná.
Fyrilesturin heldur danski ES serfrøðingurin, Erik Boel. Hann er formaður í donsku ES rørsluni, fyristøðumaður á Evropaháskúlanum, limur í uttanríkispolitisku nevndini hjá danska Javnaðarflokkinum og fyrrverandi altjóða skrivari hjá danska Javnaðarflokkinum.
Fyrilesturin hjá Erik Boel verður undir yvirskriftini “Føroyar, Danmark og ES – Føroya leiklutur í Evropa”.
Tað verður sjálvsagt høvi bæði at seta spurningar og luttaka í orðaskiftinum. Við í panelinum verður eisini Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, sum hevur holla vitan á uttanríkispolitiska økinum. Somuleiðis luttekur Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá SAMTAK, á fundinum.
Javnaðarflokkurin vónar eina fjølmenta uppmøting og gleðir seg harumframt at síggja aktivar luttakarar í kjakinum frá hinum politisku flokkunum í Føroyum.




