Mikudagin 21. januar kl. 19.30 verður kjakfundur um ætlaða pensjónsreformin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Við pallborðið sita Sonja Jógvansdóttir, Samtak; Kári Petersen, búskaparfrøðingur; Sigvald Kristiansen, Føroya Pensionistafelag, og Jóannesi Ejdesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Av tí at talan er um rættiliga umfatandi mál, rokna fyrireikararnir við góðari uppmøting eisini frá politisku flokkunum. Høvi verður nevnliga at gera sína støðu kunnuga og at varpa ljós á føroysk pensjónsviðurskifti sum heild.
Enn hevur ikki verið nøkur serlig umrøða alment, men fyrireikarnir vóna, at kjakfundurin fer at seta sjøtul á kjakið um, hvussu skipast framyvir okkara pensjónsviðurskifti skulu.




