Kristian Martin Rasmussen, reiðari hjá samtakinum Christian í Grótinum, Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, og Absalon í Buð, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, kjakaðust í sendingini hjá Norðlýsinum á R7 fríggjadagin. Kjakið og partar av tilmælunum eru alt ov illa grundað í tí veruleika, sum vinnan arbeiðir í.

Kristian Martin Rasmusen, segði m.a. at royndirnar við uppboðsøluni vístu at hon kann ikki brúkast sum amboð at deila út fiskirættindi.
– Eg var ein av teimum fáu í vinnuni, sum var positivt innstillaður mótvegis hugsanini um eina uppboðsølu. Men vit sóu hvussu skilið varð. Tá man situr og bjóðar á eini uppboðsølu ferð skilið út. Tú verður gripin av kappingini og fylgir við og bjóðar uttan skil. Vit sum kanska høvdu meira at gjalda við lótu okkum draga við og bjóðaðu alt ov høgt. Tað vísti seg eisini eftirfylgjandi at vit ikki tjentu nakað uppá tað sum varð keypt á uppboðsølu.
Jan Højgaard, segði m.a. at eingin kann í 2016 finna seg í at framtíðin skal á uppboðssølu:
– Uppboðsølan gevur rúmd fyri spekulantum og ikki vinnulívsfólkum.
Absalon í Buð, helt at um vit fara at bjóða út útróðrar dagar fór tað at verða steinur oman á byrðu.
– Tað er trupult at reka útróðrarvinnu í dag, so verður tað ógjørligt um uppisøla verður sett á stovn, tí tá veist tú ikki hvat tú hevur í framtíðini. Tey, sum eru pessimistar og ikki tora at bjóða, fara á heysin tí tey einki fáa, meðan tey sum eru optimistisk vera rivin við av uppboðssøluni og fara á heysin tí tey bjóða ov høgt.