Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kjartan Joensen formaður í landsstýrismálanevndini

John William Joensen

Atkvøðan hjá Kára P. Højgaard var trúgv móti samgonguni.
– Eg haldi tað vera óheppið at samgongan skal hava eftirlit við landsstýrinum, sigur Karsten Hansen

Tá landstýrismálanevndin møtti til fundar í dag at velja nýggjan formann, var hetta samstundis endin á einum drúgvum stríði har nógv trýst var lagt á formannin í Sálvstýrisflokkinum.

(Í landsstýrismálanevndini sita Kári P. Højgaard, Kjartan Joensen og Karsten Hansen.)

Fyri stuttum boðaði Kári P. Højgaard frá at hann trekti seg sum formann í nevndini.

Síðani skuldi nýggjur formaður veljast og fráfarandi formaðurin setti seg í samband við Karsten Hansen, og greiddi honum frá at hann hevði avgjørt at skjóta hann upp til nýggjan formann.

Men hetta lat Fólkaflokkurin sær ikki linda og formaðurin í Sjálvsstýrisflokkinum fekk greitt at vita, at um hann ikki stuðlaði Kjaran Joensen í formannsvalinum – so misti hann sessin í Norðurlandaráðnum og sessirnar, sum hann hevði fingið sum partur av valbólkinum hjá Samgonguni.

Tá landsstýrismálanevndin møtti til fundar í dag skeyt Karsten Hansen seg sjálvan upp til formann, men nú víst formaður Sjálvstýrisflokksins á Kjartan Joensen.

Tí eigur samgongan og ikki andstøðan, formanssessin í landsstýrismálanevndini.

Karsten ikki kløkkur


Í stuttar viðmerking fyri løtu síðan sigur Karsten Hansen at hann ikki er kløkkur av tí sum fór fram í landsstýrismálanevndini í dag.

– Tað var Kári, sum kontaktaði meg av fyrstantíð um formanssessin, men eg hevði alla tíðina roknað við at Fólkaflokkurin fór at krevja sessin.

– Eg haldi tó at hetta var sera óheppið, tí tað kann neyvan vera rætt at samgongan sjálv skal hava eftirlit við landsstýrismonnunum.

Samgongan hevur neyvan serliga góðan hug at kanna seg sjálva, og tí hevur andstøðan altíð átt formannsessin í Landsstýrismálanevndini.