Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kjell Samuelson gleðir seg til konsertina sunnudagin

John William Joensen

Nú nærkast av álvara og seinastu fyrireikingarnar til Summarfestivalin eru um at verða lidnar.

Í kvøld skipaði brøðrasamkoman fyri útifundi í Vágstúnið, og millum mongu fólkini sum stóðu og lýddu á var kendi svenski Gospel-sangarin, Kjell Samuelson.
Hettar er aðruferð at Kjell skal royna seg í Klaksvík.
– Í 1977 var eg her saman við brøðrum mínum og tá høvdu vit eina stóra konsert í KÍ-høllini.
– Tað var ein heilt serlig uppliving fyri meg at síggja hvussu stólar og annað til konsertina kom ymsastaðir frá í býnum.
Viktor Carlsen, sum skal verða speekari á konsertini, var í fylgi við Kjell, og hann helt at karmarnir kring tiltakið vóru sera góðir.
Fleiri høvdu hug at heilsa upp á Kjell, og hann var sera prátingarsamur og gav sær góðar stundir at práta.