Kjølur og Kjølbro heilsøla fingu ídag forvitnisliga vitjan av sambýlinum Korndalsbýlið á Eiði.
Jóhanna við Streym, leiðari á Korndalsbýlinum sigur, at tey hava fyri at gera útferðir av og á. Hesaferð valdu vit Klaksvík sum mál fyri útferðini, og vit ikki sørt av einum smíli sigur hon, at tey vóru ovfarin av at síggja sólina hesumegin Norðoyatunnilin.
Skemt til síðis. Jóhanna sigur annars, at tey koyra við egnum bussi tá tey fara útferðir, tí tað hevur borið til at lánt bússin frá Mørkini. Vit hava annars 15 búfólk á Korndalsbýlinum og við á ferðini til Klaksvíkar ídag eru 7 búfólk.
Hans Olaf Ellingsgaard var ein. Hann segði okkum, at hann sum 17 ára gamalur kom í læru sum skósmiðjur hjá Skós. Jógvan Skorðheim arbeiddi eisini har tá, segði hann okkum. Hans Olaf er nú 83 ára gamalur. Árni Ellingsgaard, ið eisini var við á ferðini minntist, at hann keypti fyrstu útgerðina til bátin hjá sær higani frá Kjøli, tað vóru 30 stampar av línu til Nípunes.
Ætlanin var at Eiðisfólkið skuldi fara niðan til Jórun at eta, men Esther Mikkelsen á Kjølbro Heilsølu helt, at tey sótu so væl her og prátaðu at hon keypti bara mat til teirra til kantinuna á Kjøli.




